
Nordjysk Lift A/S nær at kundanu
| Síðan byrjan í 1998 hevur málsetningurin alla tíðina verið, at vit skuldu verða ein landsdekkandi veitari, sum kom nær at kundanum. Nordjysk Lift er ein seriøsur og profesionellur samstarvsfelagi fyri handverkarar og arbeiðstakarar í Danmark so væl sum í Føroyum. Tey síðstu 11 árini hevur okkara málsetningur verið at røkka hesum málum, og í dag hava vit íalt 17 deildir, 16 í Danmark og eina í Føroyum. Og fleiri leggjast afturat hvørt ár. Nordjysk Lift A/S eru serkønir í útleigan av maskinum o.ø. bæði til stórar og smáar kundar. Fyritøkan hevur fleiri væl útbúgvin starvsfólk, sum hava holla vitan innan tær ymisku byggivinnurnar, soleiðis at kundin altíð er vísur í at fáa tað bestu ráðføringina av serkønum fólki. Nordjysk Lift leggur stóra orku í at kunna bjóða viðskiftafólki sínum tað besta og nýggjasta vøruúrvali, so at vit liva upp til teirra ynskir. Okkara stóra goymsla av maskinum og amboðum blíva leypandi endurnýggja. Í dag hevur Nordjysk Lift ta størstu maskinparkina í Danmark og Føroyum við meira enn 24000 eindum. Nordjysk Lift A/S hevur høvðusdeild í Hjørring á Jútlandi, og deildir okkara eru í Skagen, Brønderslev, Frederikshavn, Aalborg, Hobro, Randers, Thisted, Århus, Odense, Vejle, Hillerød, Hvidovre, Grenå, Herning, Rødekro og Tórshavn. Telefonnummarið hjá Nordjysk Lift í Føroyum er +298 350 550 og í Danmark +45 99 245 245. Heimasíða okkara er www.nordjysklift.fo |
